Onki úrslit at finna.

Finn rætta teldutilhoyrið hjá okkum

Stórt úrval av tilhoyri

Skalt tú hava einar nýggjar oyrnatelefonir, nýggja dokkstøð, vevkamera ella okkurt triðja, so bjóða vit eitt hav av tilhoyri. Tí bjóðar Formula eitt stórt úrval av tilhoyri frá fleiri merkjum m.a. Fujitsu, Poly og Microsoft.

Tørvar tær hjálp at finna tað rættað tilhoyrið, hjálpa vit fegin við hesum, so vit í felag finna røttu loysnina, sum hóskar seg til tykkara tørv.  

Niðanfyri kanst tú lesa meira um nakað av tí tilhoyrinum, vit bjóða.

Oyrnatelefonir

Vit vita, hvussu umráðandi tað er at hava eina góðar oyrnartelefonir, tá man tosar nógv í telefon ella lurtar eftir tónleiki. Tí umboðar Formula merki Poly, sum helst ger bestu oyrnatelefonir á marknaðinum. Við Poly ber til at fáa einar oyrnatelefonir, sum betra um samskiftið, tí tær hava m.a. Poly Acoustic Fence, sum filtrerar alt óljóð rundan um teg burtur, so tú hoyrist betur.

Trýst her fyri at hoyra, hvussu Poly filtrerar óljóð burtur.

Umframt Poly hava vit eisini oyrnatelefonir frá øðrum veitarum t.d. Apple og Jabra.

Dokkstøð

Vit bjóða eitt breitt úrval av døkkstøðum frá flestu merkjum t.d. Fujitsu, Microsoft, HP og Lenovo. Á nethandlinum sært tú flestu dokkstøðir, sum vit hava á goymslu. 

Vevkamera

Vit bjóða eisini ymisk vevkamera, sum hóska seg til allar brúkarar. Líka mikið um tað er tann, sum sjáldan brúkar eitt kamera ella tann, sum brúkar tað hvønn dag. Vit bjóða m.a. snøgg og einkul 4K vevkamera og størri vevkamera, sum hava alskyns hentleikar og hátalara innbygt.

Annað

Formula bjóðar eitt stórt úrval av øðrum tilhoyri, sum ikki stendur á heimasíðu okkara, men sum tú finnur í hølum okkara í Tórshavn ella á nethandli okkara. 

M.a. hava vit teldutaskur, káplar, diskar, geymar, tastatur og mýs og mangt annað á goymslu.

Áhugað/ur at hoyra meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}