Onki úrslit at finna.

Ein fragd fyri tíni eygu

Finn tann góða skermin hjá okkum

Tá tú skalt hava ein nýggjan skerm, kunnu tað verða fleiri spurningar, sum stinga seg upp. Hvussu stórur ella lítil skal skermurin verða? Skal hann verða bogaður ella ikki? Skal hann kunna stillast í hædd, til síðurnar ella hellast? Tí bjóðar Formula eitt stórt úrval av skermum frá fleiri merkjum m.a. Fujitsu, Samsung og Philips.

Tørvar tær hjálp at finna rætta skermin, hjálpa vit fegin við hesum, so vit í felag finna røttu loysnina, sum hóskar seg til tykkara tørv.  

Niðanfyri kanst tú lesa meira um nøkur av merkjunum, sum vit umboða.

Fujitsu

Formula hevur í fleiri ár umboða Fujitsu og hevur eitt stórt úrval av skermum í alskyns støddum. Fujitsu hevur skermar til øll sløg av arbeiðsbrúki, frá tí tí einkla til tann sum hevur tørv á fleiri skermum. Harumframt telist Fujitsu millum heilt fáar framleiðarar, sum gera allar sínar skermar í hvítum.

Umframt skermar hevur Formula eitt úrval av teldum, dokkstøðum, servarum og øðrum frá Fujitsu.

Formula er Select Expert partnari hjá Fujitsu, sum er hægsta stigið eitt umboð kann vera.

Samsung

Samsung bjóðar eitt stórt úrval av skermum í øllum støddum við høgari og lágari myndagóðsku. Skal skermurin verða bogaður, so klára Samsung eisini hetta.

Philips

Tað serstaka við Philips er, at fleiri av teirra skermum hava innbygt vevkamera, sum lættliga kann fjalast, um tað ikki verður brúkt. Philips bjóðar eins og hinir, skermar í alskyns støddum og við ymsum hentleikum.

Dell

Dell bjóðar eitt stórt úrval av skermum, sum hóska seg til ein og hvønn tørv.

HP

HP hevur eitt breitt úrval av skermum, sum hóska seg til ein og hvønn tørv.  Umframt skermar hevur Formula eitt úrval av teldum, dokkstøðum og øðrum frá HP.

Áhugað/ur at hoyra meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}