Onki úrslit at finna.

Ver smidlig/ur við røttu telduni

Vit bjóða teldur og teldlar til øll sløg av arbeiðsbrúki

Nýt haldbara KT útgerð

Tá ið fyritøkan broytist og/ella stendur í vøkstri, skal tøknin gera tað sama. Tí bjóðar Formula eitt stórt úrval av teldum og teldlum frá fleiri merkjum m.a. Fujitsu, Microsoft, HP og Lenovo.

Tørvar tær hjálp at finna røttu útgerðina, hjálpa vit fegin við hesum, har vit í felag finna røttu loysnina, sum hóskar seg til tykkara tørv.  

Niðanfyri kanst tú lesa meira um nøkur av merkjunum, sum vit umboða innan teldur og teldlar.

Microsoft

Formula er umboð fyri Microsoft, og bjóða vit eitt breitt vøruúrval frá Microsoft. M.a bjóða vit serstøku Surface røðina, sum fevnir um farteldur, teldlar og borðteldur.

HP

Formula bjóðar eitt breitt úrval av teldum, teldlum, borðteldum og Chromebooks frá HP. Umframt teldur hevur Formula eitt úrval av skermum, dokkstøðum og øðrum frá HP. Teldur frá HP hóska seg væl til starvsfólk, sum ikki eru bundin at einum skriviborði, men samstundis hava tørv á eini kraftmiklari teldu.

Lenovo

Formula bjóðar eitt breitt úrval av teldum og Chromebooks frá Lenovo. Umframt teldur bjóðar Formula eitt úrval av dokkstøðum og øðrum tilhoyri frá Lenovo.

Teldur frá Lenovo hóska seg væl til alskyns endamál.

Onnur merkir

Hóast títt yndismerki ikki er omanfyri, so kunnu vit bíleggja flest allar teldur frá okkara veitara. So send okkum endiliga ein fyrispurning, so hjálpa og ráðgeva vit fegin um at finna tykkara næstu teldur.

Finn vøruna á nethandlinum

Á nethandlinum hjá okkum sæst eitt stórt úrval av vørum. Alt frá netútgerð, prentarar, teldur, skermar, videofundarútgerð og mangt annað.

Gev gætur! Tað er neyðugt at verða stovnaður sum brúkari, fyri at avgreiða títt keyp.

Áhugað/ur at hoyra meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}