Gjaldsloysn til Tunnil
Formula ment gjaldsloysn til Eysturoyartunnilin P/F.
Loysnin er ment í samstarvi við norsku fyritøkuni Q-Free ASA , sum hevur veitt kameraskipanina.
Tað serstaka við loysnini er, at hon er tætt bundin saman við Microsoft Dynamics NAV / Business Central, og verður fóðrað við myndum frá kameraskipanini frá Q-Free ASA umframt upplýsingum úr akfarskránni hjá Akstovuni. Serstaka samansetingin ger, at loysnin sjálvvirkandi finnur fram eigaran av akfarinum, um viðkomandi hevur hald ella ikki, og trekkir síðani upphæddina av haldinum ella sendir rokning – eisini tá talan er um útlendsk akfør. Umframt hetta er sjálvgreiðsla á tunnil.fo, har kundin sjálvur kann avgreiða øll síni viðurskifti.
Um tú vil vita meira um loysnina, hevur Q-Free ASA gjørt eina nágreiniliga lýsing, sum kann lesast her (á enskum): https://mk0qfreecomlmae2378s.kinstacdn.com/…/Intrada…
Myndina eigur Faroephoto.