Onki úrslit at finna.

Totalview Tíðarskráseting

Tíðarskráseting er skjótt og lætt – og gevur tykkum eitt álítandi grundarlag fyri at optimera arbeiðsorkuna og at halda skil á arbeiðstíðini.

Hví Totalview Tíðarskráseting?

Við Totalview Tíðarskráseting fáa fyritøkur og stovnar neyðugu amboðini at halda skil á arbeiðsorkuni hjá starvsfólkum – bæði hjá tímaløntum og fastløntum. Totalview hjálpir tykkum at fáa innlit í tíðina hjá starvsfólkum og tryggjar, at tíðin samsvarar við avtaluløn ella sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt gevur Totalview neyðug fakta fyri at fáa neyvari lønar- og fíggjartøl.

Lær hvat tíðin verður brúkt uppá

Við Totalview fáa tit eitt yvirlit yvir arbeiðstíðina, og hvussu nógv tíð er brúkt uppá m.a. fundir, sjúkradagar og feriu. Hetta gevur tykkum fakta, sum hjálpir tykkum at betra um framleidni.

Innlit í uppgávur og sakir

Við Totalview kunnu starvsfólk skráseta sína tíð uppá sakir og uppgávur – ella rakstrarstøð. Hetta gevur tykkum innlit í, júst hvussu nógv tíð er brúkt á hvørji sak. Við tíðarhagtølum fáa tit samstundis sæð munin millum aktuellu tíðarnýtsluna í mun til ætlaðu. Hetta hjálpir tykkum at gera betri metingar uppá sakir í framtíðini.

Tað ber eisini til at binda tykkara fíggjarskipan sum t.d. Business Central í, so tímanýtslan kemur inn á sakina, so tað er klárt at fakturera.

Hald skil á feriu

Hava tit tørv á at síggja eitt yvirlit yvir, nær starvsfólk ætla sær í feriu? So ber hetta til við Totalview, tí tit fáa eitt sjónligt yvirlit yvir ætlaðu feriu og kunnu tí tryggja, at neyðuga arbeiðsmegin altíð er tilstaðar.

Skráset arbeiði í tíðarseðlinum

Totalview skrásetir og skjalfestir tíðina hjá starvsfólkum og á sakum her og nú, fyri at geva tykkum neyðug fakta til at taka avgerðir.

Íbundið við lønarskipan

Totalview tíðarskráseting kann bindast í Løttløn, so tað er skjótt og lætt at gera lønarflytingar. Við einum klikki fáa tit allar tímar yvir í Løttløn, og er tað hervið klárt at flyta lønina á lønarportalinum. Á hendan hátt sleppa tit undan at halda skil á tímum í ymiskum skipanum.

Væl nøgdir kundar

Formula hevur í fleiri ár hjálp fyritøkum og stovnum at halda skil á teirra tímanýtslu við Totalview Tíðarskráseting. Vit hava drúgvar royndir og førleikar við at hjálpa stórum sum smáum fyritøkum, stovnum og kommunum við teirra tíðarskráseting.

Áhugað/ur at hoyra meira?

{{employee.post_title}}

{{employee.division}}