Formula Ársins virki 2021
Formula Ársins virki 2021!
Vit eru takksom og errin av at verða kosin Ársins Virki 2021! Starvsfólkið er grundarsteinurin undir Formula, og uttan hesi var onki Formula. Starvsfólkini eiga tí eina stóra tøkk uppiborna fyri hetta megnaavrik, og eiga tey hendan heiðurin. Vit vilja somuleiðis takka viðskiftafólki okkara fyri álit og samstarv gjøgnum nógv ár.
Niðanfyri kunnu tit lesa eitt brot úr grundgevingini hjá dómsnevndini:
“Ársins Virki 2021 er ein KT-fyritøka, sum hevur eitt breitt úrval av KT-tænastum og útgerð, og sum bjóðar fram fleiri ymiskar KT-loysnir. Fyritøkan umboðar bæði loysnir, sum eru mentar av fyritøkuni sjálvari, og loysnir, sum eru mentar uttanfyri húsið. Loysnir verða í størstan mun seldar í Føroyum, men sølan uttanlands hevur verið vaksandi seinnu árini, serliga í norðurlondum, men eisini aðra staðni í Evropa. Harumframt hevur fyritøkan í fleiri áratíggju saman við útlendskum tøkniveitara útvegað og serviserað tøkniligar loysnir til føroysku ali- og fiskaframleiðsluna. Somuleiðis hevur hon hjálpt hesum fyritøkum í teirra útrás tá hesar eru farnar útum landoddarnar við teirra virksemi.Seinnu árini hevur stórt fokus verið á at menna sjálvsavgreiðsluloysnir fyri borgarar og viðskiftafólk, og fyritøkan hevur bjóðað seg fram at hjálpa at menna og seta hesar í verk. Økta fokusið á privatlívið hjá KT-brúkarunum og nýggju GDPR-reglurnar hevur eisini verið eitt fokusøki hjá fyritøkuni í seinastuni.
Talan er um eina av størstu KT-fyritøkunum í landinum við knapt 100 starvsfólkum. Fyritøkan hevur deildir ymsastaðni í Føroyum og í Danmark. Fyritøkan hevur seinni árini haft góð fíggjarlig úrslit og hevur havt eitt vaksandi eginpeningsavkast og økjandi vinningsføri. Fyritøkan hevur eisini ein tilvitaðan sosialan profil, har hon m.a. rættir eina hjálpandi hond til tey, sum ikki fingu alt frá byrjan. Eitt nú hevur fyritøkan samstarvað við almannastovuna um at taka inn fólk og geva teimum arbeiðsroyndir, so hesi fáa møguleika at finna sítt pláss í samfelagnum. Fyritøkan hjálpir lesandi við at geva teimum praktikpláss undir lesnaðinum ella geva teimum møguleika at skriva uppgávur ísv lesnaðin.
Fyritøkan hevur eisini havt ein týðandi leiklut í nýggju KT-breytini á Nám X, har starvsfólk hjá fyritøkuni hava undirvíst næmingunum fyrstu tvey árini, breytin hevur verið til. Harumframt hevur hon útvegað útgerð til útbúgvingina.Fyritøkan er tilvitað um sína ávirkan á umhvørvið, eitt nú verða tónarar og KT-útgerð, sum verður tikin niður, sent til endurnýtslu, og fyritøkan samstarvar við veitarar, sum menna grønar loysnir.
Við støði í teimum flottu fíggjarligu úrslitunum og tí denti, sum verður lagdur á sosiala og umhvørvisliga burðardygd, hevur ein samd dómsnevnd valt P/F Formula sum Ársins Virki 2021.”